Krabbameinsgranskari: Fleiri áttu at tikið sól

Krabbameinsgranskari: Fleiri áttu at tikið sól
Ráðini, um at fólk ikki skulu taka sól, eru óneyv, heldur norskur krabbameinsgranskari. Har sólin ikki sær so nógv, kunnu fólk taka sól, heldur hann
Fólk, ið búgva har sólin ikki sær so nógv, eiga at taka sól, heldur norskur krabbameinsgranskari
 
09.09.2015 - 11:55

- Fólk, ið taka sól hóvliga, fáa nógvar D-vitaminir. Tað er gott á vetrartíð, tá UVB-strálurnar frá sólini ikki geva okkum D-vitaminir, sigur Johan Moan við NRK.

Hann heldur, tað er umráðandi hjá eitt nú fólki í Noregi, eftir ringa summarið, har sólin ikki hevur verið so nógv frammi sum onnur ár, at fáa neyðugu D-vitaminirnar.

- Tey, sum kunna fólk, eiga at vita, at fleiri staðni í Noregi fáa fólk ov lítið av D-vitaminum. Tey somu fólkini áttu eisini at vita, at tað, at sóla sær, kann hækka miðalaldurin, sigur granskarin.

Fyrimunirnir størri enn vansarnir

Norski krabbameinsgranskarin gongur ímóti øðrum tilmælum, ið hava rátt fólki frá at taka sól. Hann heldur, fyrimunirnir at taka sól kunnu verða størri enn vansarnir.

- Sólin er ikki skaðilig fyri øll. Sól er hinvegin tann fremsta keldan til D-vitaminir, ið kroppurin hevur stóran tørv á, sigur Johan Moan, krabbameinsgranskari.

Fólk, ið verða lætt sólbrend, eiga at vísa varsemi, leggur hann dent á. Tað eru fólk við reydligum hári, ljósari húð og mongum frøknum, tí tey eru í størri vanda at fáa húðkrabba.

Fólkaheilsuráðið mælir frá

Meðan norski krabbameinsgranskarin mælir fólki, ið ikki fáa D-vitaminir frá sólini, at taka sól, er tilmælið frá Fólkaheilsuráðnum í Føroyum heilt greitt - og øvugt.

Fólkaheilsuráðið sigur, at fólk avgjørt ikki eiga at fáa ov nógva sól - hvørki frá sólini, ella við at leggja seg undir sóllampur, sum norski krabbameinsgranskarin annars heldur.

Fólkaheilsuráðið mælir staðiliga fólki frá at leggja seg undir sóllampur, og samanber støðuna við stríðið ímóti tubbaksídnaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688