Vilja ikki Danmark - fara víðari til Svøríkis

Vilja ikki Danmark - fara víðari til Svøríkis
Av teimum fleiri enn 3.000 flóttafólkunum, ið eru komin til Danmarkar seinastu dagarnar, hava bert 688 biðið um friðskjól í landinum
Túsundtals flóttafólkini, sum eru komin til Danmarkar síðani sunnudagin, vilja ikki verða í Danmark, men vilja heldur víðari til Svøríkis, har tey biðja um friðskjól
 
10.09.2015 - 14:36

Síðani sunnudagin eru 3.200 flóttafólk komin til Danmarkar. Av teimum 3.200 flóttafólkunum hava bert 688 av teimum biðið um friðskjól í landinum, sambært NRK.

Flóttafólkini, ið eru komin til Danmarkar seinastu dagarnar, hava størri áhuga at søkja friðskjól hinumegin Oyrasund - í Svøríki.

Talið á flóttafólkum, ið hava biðið um friðskjól í Svøríki síðani sunnudagin, er nú uppi á 1924, sambært svensku myndugleikunum, Migrationsverket.

Nógv flóttafólk í Kastrup

Nógvu flóttafólkini, ið seinastu dagarnar eru komin til Danmarkar, síggjast eisini aftur í floghavnini í Kastrup, skrivar Berlingske á netinum.

Bíðirøðirnar til tokini, ið koyra frá Kastrup til Svøríkis, vóru í morgun langar, tí nógv flóttafólk vildu sleppa við tokinum til Malmø, skrivar blaðið.

Í morgun gav danska løgreglan flóttafólkunum møguleika at ferðast beinleiðis víðari, um flóttafólkini ikki ynskja at biðja um friðskjól í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678