Tsipras varðveitir stjórnarvaldið í Grikkalandi

Tsipras varðveitir stjórnarvaldið í Grikkalandi
Seinastu veljarakanningarnar vísa, at flokkurin hjá Alexis Tsipras vinnur valið, men hann noyðist at samstarva við aðrar flokkar
 
20.09.2015 - 10:59

Alt bendir á, at vinstrahalli flokkurin Syriza hjá Alexis Tsipras, forsætisráðharra, fer at varðveita stjórnarvaldið í Grikkalandi eftir valið í dag.

Seks kanningar, sum vórðu kunngjørdar fyri midnátt fríggjakvøldið, vísa, at Syriza liggur á odda við hálvum triðja prosentstigi.

Einki verður at frætta aftur um valið, fyrr enn kanningar verða gjørdar á valstøðunum í kvøld, tí í Grikkalandi er ikki loyvt at gera veljarakanningar dagin fyri valið. 

Seinastu vikurnar hava Syriza og konservativi andstøðuflokkurin, Nýtt demokrati, róð borð um borð í veljarakanningunum, men eru tær seinastu kanningarnar eftirfarandi, varðveitir Tsipras stjórnarvaldið.

Ikki avgjørdan meiriluta

Hóast Syriza vinnur valið, fær flokkurin neyvan avgjørdan meiriluta í tinginum. Tí noyðist Tsipras helst at samstarva við aðrar flokkar.

Politiskir eygleiðarar í Athen gita, at hann fer at samstarva við sosialistiska flokkin, Pasok, og miðflokkin, Potami. Tsipras hevur víst aftur at samstarva við Nýtt demokrati.

Sama, hvør samgongan verður, verður tað ein herskin biti hjá viðhaldsfólkunum, tí bæði Pasok og Nýtt demokrati verða lagdir undir at hava ábyrgdina av búskaparliga óskilinum í Grikkalandi í mong ár.

Noyddist at gera avtalu

Á valinum í januar vann Syriza stórsigur, tí Tsipras lovaði veljarunum, at nú skuldi støðan broytast. Men endin varð, at forsætisráðharrin noyddist at skriva undir triðju lánsavtaluna um tilsamans 642 milliardir krónur, til tess at forða fyri, at Grikkaland skuldi fara av knóranum og burtur úr evrusamstarvinum.

Afturfyri skal landið seta strong búskaparlig tiltøk í verk og fremja víðfevndar nýskipanir. 

Ein fólkaatkvøða var um nýggju lánsavtaluna, og hon vísti, at grikkar søgdu kortanei. Kortini skrivaði Tsipras undir avtaluna, og tað hevði við sær, at Syriza fór í tvíningar, og tey, sum tóku seg úr flokkinum, stovnaðu nýggjan flokk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Mikudag 28. januar
EM tíðindir - 28 jan 2026
203370
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379