Fátækradømið í heiminum so lítið sum ongantíð áður

Fátækradømið í heiminum so lítið sum ongantíð áður
Við árslok fara færri enn 10 prosent av heimsins fólki at liva í ógvusligum fátækradømi. Hetta er fyrstu ferð, at talið hevur verið so lágt
Fyri fyrstu ferð í søguni fara færri enn 10 prosent av heimsins íbúgvum at liva í ógvusligum fátækradømi eftir nýggjár, metir Heimsbankin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
05.10.2015 - 12:17

Tað boðar Heimsbankin frá. Markið fyri, nær fólk liva í ógvusligum fátækradømi, hevur Heimsbankin sett til 1,9 amerikanskar dollarar um dagin, slakar 13 krónur. Áður hevur markið verið 1,25 dollarar, 8 kr og 30.

Talið av fátøkum í hesum lægsta inntøkubólkinum er minkað úr 12,8 prosentum í 2012 niður í 9,6 prosent í ár. Tó sigur Heimsbankin, at gongdin sunnan fyri Sahara í Afrika vekir stúran.

Hóast forsagnirnar hjá Heimsbankanum siga, at ringa fátækradømið í hesum øki í Afrika fer at minka úr 46,6 prosentum í 2012 niður í 35,2 prosent við árslok í ár, telja hesi fólk umleið helvtina av heimsins fátæku.

Árin frá veðurlagsbroytingum merkjast

- Vit eru fyrsta ættarlið í menniskjans søgu, sum kunnu fáa ringa fátækradømið at enda, sigur Jim Yong Kim, ið er forseti í Heimsbankanum, við BBC.

Góða gongdin kemst av stórum vakstrartølum í menningarlondunum og íløgum í útbúgving, heilsu og sosial trygdarnet.

Tó ávarar Jim Yong Kim um, at torført verður at koma longur fram á leið í stríðnum at basa ringasta fátækradøminum. Altjóða vøksturin minkar, tí stríð valdar í fátøkum londum, og at ring árin frá veðurlagsbroytingum eru farin at merkjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652