Ommubørn kunnu fáa astma um omman roykti

Ommubørn kunnu fáa astma um omman roykti
Um ein omma javnan roykti, meðan hon var við barn, kann tað í síðsta enda raka ommubørnini, sambært gransking
Gransking gevur ábending um, at børn hava upp í 40 prosent størri sannlíkindi fyri at fáa astma, um omma teirra roykti, tá hon var við barn
 
07.10.2015 - 09:24

Gransking gevur ábending um, at børn hava upp í 40 prosent størri sannlíkindi fyri at fáa astma, um omma teirra roykti, tá hon var við barn, skrivar ScienceNOrdik.

Alsamt fleiri fáa astma, og tí royna granskarar at finna svarið, hvat ger, at tað er so. Og nú hava granskarar lagt fram ástøði um, at royking hjá ommuni hevur avleiðingar fyri næsta ættarliðið.

- Fyri at skilja astma-umfarstóttina er neyðugt at vit betur skilja, í hvønn mun lívlanga eksponeringin kann hava ávirkan á sjúkuvandan fyri komanid ættarlið, sigur Caroline Lodge, postdoc í tíðindaskrivi.

Ymiskt eftir aldrinum hjá børnunum

Úrslitini frá kanningini vísa, at børn, sum fingu astma eftir at tey vóru trý ára gomul, ikki eru ávirkað av roykivanum hjá ommuni.

Børn, sum fingu astma tíðliga og framvegis líða undir tí tá tey vóru fýra til sjey ára gomul, vóru upp í 40 prosent størri vanda at fáa astma, um omma teirra roykti. Hetta fevnir eisini um tey, har mamman ikki roykti meðan hon gekk full uppundir hendir.

- Vit síggja, at roykivanar hjá ommum hava dupult so stóran týdning fyri astma í barnaárum, sum roykivanarnir hjá mammuni, sigur Beril Forsberg, professari við lærda háskúlan í Umeå í Svøríki, har kanningarnar vóru gjørdar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672