Klaksvíkar kommuna størst avlop í fjør

Klaksvíkar kommuna størst avlop í fjør
Tá liðugt var at gera árið 2014 upp, høvdu komunurnar samanlagt góðar 67 milliónir í avlopi eftir rakstur, íløgur og rentur
Kommunurnar í Føroyum høvdu avlop í fjør, upplýsir Fíggjarmálaráðið. Størsta avlopið var í Klaksvík, har avlopið var 19,5 milliónir
 
08.10.2015 - 07:58

Hetta upplýsir Fíggjarmálaráðið. Í 2013 var úrslitið slakar 48 mió. kr. í halli. Men sambært fíggjarætlanunum hjá kommununum fyri 2015 fara tær at hava 77,2 mió. kr. í halli í ár.

Sambært Fíggjarmálaráðnum brúktu tær 30 kommunurnar samanumtikið bara hálvt prosent meira til rakstur í 2014 enn í 2013. Men tær brúktu sjey prosent minni til íløgur.

Tað kostaði 1,1 milliard at reka kommunurnar í Føroyum í fjør. Kommunurnar brúktu 376 milliónir til íløgur. Kommunurnar brúktu 40 milliónir til rentur í 2014.

Ikki allar kommunur høvdu avlop

Við árslok 2014 var nettoskuldin hjá kommununum 467 mió. kr. Ikki allar kommunurnar høvdu tó avlop í fjør. Sambært frágreiðingini hjá Fíggjarmálaráðnum høvdu Tvøroyrar kommuna og Fuglafjarðar kommuna størstu hallini í fjør.

Á Tvøroyri var hallið 11,6 milliónir og í Fuglafirði 11 milliónir krónur. Størstu avlopini vóru í størstu kommununum, í Havn, 14,6 milliónir, og í Klaksvík, 19,5 milliónir.

Í ár fer raksturin hjá kommununum at kosta meira enn í fjør, tí kommunurnar hava nú heimarøkt og eldrarøkt. Tær fáa slakar 400 mió. kr. frá landinum til tann raksturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558