Ráðharrar umrøða hernaðarlig átøk hjá Russlandi

Ráðharrar umrøða hernaðarlig átøk hjá Russlandi
Hernaðarligu átøkini hjá Russlandi í Sýria standa ovalaga á dagsskránni, tá verjumálaráðharrarnir í NATO hittast á fundi í Brússel í dag
Verjumálaráðharrarnir í NATO hittast á fundi í høvuðsstøðini í Brússel í dag. Hernaðarligu átøkini hjá Russlandi í Sýria standa ovalaga á dagsskránni
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
08.10.2015 - 08:56

Fundurin er millum annað íkomin eftir, at Turkaland hevur kært seg um, at russisk stríðsflogfør hava gjørt seg inn á turkiskt luftrúm.

Verjumálaráðharrarnir fara væntandi eisini at endurskoða støðuna viðvíkjandi kreppuni í Ukraina, tá teir koma saman til fund á NATO høvuðsstøðini í dag.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sambært BBC fer NATO eisini at umrøða vaksandi stúranina í baltisku londunum eftir russisku uppíblandingina í Ukraina.

Bretski verjumálaráðharrin, Michael Fallon, fer sambært BBC væntandi at kunngera, at Bretland er tilreiðar at senda bretsk herfólk til baltisku londini at verða í drúgt tíðarskeið í hesum sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375