Ungur maður vildi ikki hava hjálp

Ungur maður vildi ikki hava hjálp
Kjak hevur tikið seg upp í Danmark, eftir at ein ungu menningartarnaður maður noktari at fáa viðgerð móti krabbameini
 
18.10.2015 - 17:22

Sambært lógini, er ikki loyvt at brúka vald í sambandi við viðgerð av sjúklingum, sum ikki sjálvir eru førir fyri at taka støðu til egna heilsu. 

Sostatt verða læknar og heilsustarvsfólk ofta sett í eina støðu, har tey skulu velja millum at bróta lógina ella lata eitt menniskja líða .. ella í ringasta føri lata sjúklingin doyggja.

Tað sigur Anne Grethe Viuff, yvirlækni í danska heilsuverkinum, sum sjálv hevur staðið í tvístøðuni.

Halda lógina

Tað hendi einaferð hon var á vakt, og skuldi viðgerða ein menningartarnaðan ungan mann, sum ikki dugdi at tosa, men sum hevði krabbamein, sum kravdi viðgerð.

Ungi maðurin vildi ikki lata starvsfólk taka blóðroynd av honum og heldur ikki biopsi, sum var neyðugt fyri hansara viðgerð.

- Vit noyddust at lata hann doyggja, tí vit kundu ikki viðgerða hann, um vit vildu sleppa undan at bróta lógina.

Les eisini: Sjálvavgerðarrætturin skal virðast

Hol er í heilsulógini og sostatt mugu heilsurøktarstarvsfólk bara viðgerða, um sjúklingurin loyvir tí. Men tað er ikki altíð møguleiki fyri tí, tá talan er um ávísar bólkar av sjúklingum, so sum menningartarnað og dement.

Bara um talan er um akuttar lívhóttandi støður er loyvt at brúka vald og taka sjúklingin av ræði. Men í hesum føri var talan ikki um akutta neyð. Hann skuldi hava kemo-viðgerð einaferð um mánaðin fyri at yvirliva.

Ungi maðurin doyði hálvt seinni.

Eingin ivi

Sigrun Wardum er forkvinna í Javna og er sjálv mamma at menningartarnaðum drongi. Hon kennir ikki dømi sum hetta her í Føroyum. Men hjá henni er eingin ivi um sjálvavgerðarrættin hjá menningartarnaðum.

Hoyr samrøðu við Sigrun Wardum, forkvinnu í Javna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375