Hann verður næsti formaðurin í Sambandsflokkinum

Hann verður næsti formaðurin í Sambandsflokkinum
Bárður á Steig Nielsen verður næsti formaður Sambandsfloksins. Løgtingsmaðurin í Vestmanna er tann einasti í uppskoti til formansvalið leygardagin
Løgtingsmaðurin, Bárður á Steig Nielsen í Vestmanna, er tann einasti í uppskoti til formansvalið leygardagin
 
19.10.2015 - 08:03

Magni Laksafoss er innstillaður til sessin sum næstformaður, kunnger Sambandsflokkurin. Leingi hevur verið sannlíkt, at Bárður á Steig Nielsen skuldi taka við eftir Kaj Leo Holm Johannesen.

Tá Bárður gjørdist næstformaður floksins í vár, vóru fá, sum ivaðust í, at hann bleiv formaður - fyrr ella seinni. Men hesa seinastu tíðina hevur ljóðað, at uppskot eisini fóru at koma um aðrar enn næstformannin.

Nývaldi tingmaðurin í Runavík, Magnus Rasmussen, borgarstjóri, segði, at varð hann biðin, so tók hann av. Magni Laksafoss, sum er komin aftur í politikk, er eisini nevndur sum formaður Sambandsfloksins.

Eykalandsfundur verður leygardagin

Nú er freistin farin hjá veljarafeløgunum at koma við uppskoti um formann, og bara eittans uppskot kom, Bárður á Steig Nielsen.

Sambandsflokkurin hevur eykalandsfund og heystfund í Havn leygardagin, og tá verða formaður og næstformaður valdir.

Tveir dagar eftir løgtingsvalið 1. september boðaði Kaj Leo Holm Johannesen frá, at hann leggur frá sær sum formaður Sambandsfloksins. Hann hevur verið formaður síðani 2004.

SÍ EISINI Bárður favorittur

Bárður á Steig Nielsen er 43 ára gamal, og hann býr í Vestmanna. Hann var í Løgtinginum frá 2002 til 2008 og aftur frá 2011.

Bárður á Steig Nielsen var landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2004 til 2007, tá hann fór úr politikki fyri at fara í stjórastarv í vinnulívinum.

Í farna valskeiði var Bárður á Steig Nielsen formaður í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Nú er hann næstformaður í nevndini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585