Assad til reiðar at stilla upp

Assad til reiðar at stilla upp
Assad skal hava sagt, at hann er til reiðar at hava tjóðartings- og forsetaval, og at hann er til reiðar stilla upp aftur
Mynd: savnsmynd  
 
25.10.2015 - 15:51

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er til reiðar at stilla upp aftur til forsetaval í krígsherjaða landinum.

Tað sigur russiski tjóðartingslimurin, Alexandr Jusjtjenko, sum hevur hitt sýriska forsetan í Damaskus.

Assad skal hava sagt, at hann er til reiðar at hava tjóðartings- og forsetaval, men nevndi ikki nær. Hann segði seg somuleiðis vera til reiðar stilla upp aftur til forsetavalið.

Jutsjenko, sum hevur hitt Assad, sigur, at Assad er til reiðar at tosa um stýrisskipanarligar broytingar og politisk val, men ikki fyrr enn Sýria hevur sloppið sær av við yvirgangsfelagsskapin IS, ella ISIL, sum hann eisini verður nevndur.

Hildið verður, at fráboðanin ikki fellur í góða jørð hjá tí hóvliga vonginum av uppreistrarfólkum ella hjá USA, sum heldur, at Assad ikki skal hava nakran leiklut í sýriskum politikki í framtíðini.

Rusland harafturímóti stuðlar stýrinum hjá Assad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375