Ung trívast ikki í smærru bygdunum

Ung trívast ikki í smærru bygdunum
Ungfólk í Grønlandi tíma ikki at búgva í bygdunum. Tey vilja heldur búgva har tey kunnu taka útbúgvingar
Ung í Grønlandi vilja hava arbeiði og møguleika at útbúgva seg, og nógv flyta tí úr smáu bygdunum
 
27.10.2015 - 11:34

Ung í Grønlandi vilja hava arbeiði og møguleika at útbúgva seg, og nógv flyta tí úr smáu bygdunum. Tað eru serliga kvinnur, sum flyta til størru býirnar.

Eftir sita tey gomlu og ein bólkur, sum hevur torført við at finna aðara møguleikar. Grønelendska búskaparráðið staðfestur í frágreiðing, at tað framvegis eru bygdir, hvørs framtíð er óviss.

Ráðið hevur brúkt fimm treytir fyri viðkvæmi, og ikki færri enn 18 bygdir lúka fýra ella fimm av treytunum, og verða lýsta sum serliga viðkvæmar.

Rákið er greitt

Treytirnar eru lágt fólkatal, burðar undirskot, netto fráflyting, fáar kvinnur og nógv eldri fólk. Seinastu árini eru alsamt fleiri bygdir sum líða undir fleiri av hesum treytum.

Bygdirnar kunnu ikki halda fram, um gongdin heldur fram, sum hon ger nú. Tað eru kortini ikki bara smáu bygdirnar sum merkja trupulleikan.

Fólk flyta eisini frá smáu plássunum til størri bygdir, áðrenn tey flyta til býin. Nógv flyta úr Grønlandi, og framtíðarútlitini eru heldur ikki góð. Tey vísa framvegis, at fólkatalið í Grønlandi minkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375