Blatter: HM í Katar er eitt mistak

Blatter: HM í Katar er eitt mistak
FIFA forsetin viðgongur nú, at tað er eitt mistak at halda HM í 2022 í Katar
 
29.10.2015 - 10:03

Sepp Blatter, forseti í FIFA, sum kortini ikki er virkandi, sigur nú, at tað var skeivt at lata Katar sleppa at skipa fyri HM í fótbólti í 2022. Tað sigur hann við russisku tíðindastovuna, Tass.

Í 2010 varð umrøtt, hvørji lond skuldu skipa fyri HM í 2018 og í 2022. Tá var FIFA av tí áskoðan, at Russland átti at skipa fyri HM kappingini í 2018, tí tað hevði landið ongantíð gjørt fyrr.

Og síðani var ætlanin, at USA skuldi skipa fyri HM kappingini í 2022.

Men so kom politikkur uppí, og tað var Frakland sum fekk trumfað ígjøgnum, at Katar skuldi skipa fyri HM kappingini í 2022 og ikki USA.

Sepp Blatter sigur við Tass, at tað var á einum fundi ímillum táverandi franska forsetan, Nicolas Sarkozy og krúnprinsin í Katar, sum nú stjórnar landinum, at broytingin hendi.

Eftir ein fund við Michel Platini, nakað seinni, segði Sarkozy, at tað hevði verið eitt gott hugskot at latið Qatar skipað fyri HM í 2022.

Tá FIFA nakað seinni atkvøddi um, hvat land skuldi sleppa at skipa fyri HM kappingini í 2022, broyttu fýra evropeiskar atkvøður støðu, og atkvøddu fyri Katar, heldur enn USA. Atkvøðugreiðslan endaði við, at 14 atkvøður vóru fyri Katar og 8 fyri USA.

Sepp Blatter leggur aftrat, at um USA hevði fingið æruna at skipa fyri HM kappingini í 2022, so høvdu vit nú bert umrøtt HM kappingina í Russlandi í 2018, og ikki óhepnu støðuna í FIFA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Morgunlestur mikudagur 11. november 2026
216223
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096