Hundraðtals føroyingar fáa bræv frá SKAT

Hundraðtals føroyingar fáa bræv frá SKAT
Umleið 300 føroyingar fáa í næstum bræv sendandi frá SKAT í Danmark. Orsøkin er ein broyting, ið eisini ávirkar nakrar føroyingar
Í næstum fáa umleið 300 føroyingar, sum fáa útgjald frá danskari eftirlønarskipan, bræv og oyðublað frá danska skattamyndugleikanum
 
03.11.2015 - 16:05

Í næstum fáa umleið 300 føroyingar, sum fáa útgjald frá danskari eftirlønarskipan, bræv og oyðublað frá danska skattamyndugleikanum, skrivar TAKS á heimasíðuni.

Orsøkin er broytingin í tvískattasáttmálanum, sum varð sett í gildi 1. januar í ár, snýr seg um skatting av eftirlønum,  tó bara um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.

Høvuðsreglan millum hesi lond er framvegis, at eftirlønir bert verða skattaðar í tí landi, har eftirlønarmóttakarin býr.

Tvey nýggj undantøk til høvuðsregluna

Broytingin snýr seg um tvey nýggj undantøk til høvuðsregluna, annað er, at er eftirlønin skattað við inngjald, verður hon ikki skattað av nýggjum við útgjald, og hitt undantakið er burtursíggingarrætturin.

Um eitt land hevur givið frádrátt fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald, kann hetta land skatta eftirlønina við útgjald. TAKS vil heita á teir persónar, sum hava fingið eitt tílíkt bræv frá SKAT, um at venda sær til TAKS.

TAKS kann veita váttan, um frádráttur fyri egið inngjald ella arbeiðsgevarainngjald ikki er veittur í Føroyum. Oyðublað og váttan skal sendast aftur til SKAT í Danmark, so at eftirlønin ikki eisini verður skattað har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037