Grunaðu ilt fyri einum ári síðani

Grunaðu ilt fyri einum ári síðani
Bretsku myndugleikarnir høvdu fyri einum ári síðani illgruna um, at trygdin í floghavnini í Sharm el-Sheikh var ikki í lagi
Ein bumba brast umborð á flogfarinum, ið datt niður í Sinai hálvoynni leygardagin, halda bretsku myndugleikarnir, sum í umleið eitt ár hava vitað um at trygdarviðurskiftini í floghavnini í Sharm el-Sheikh ikki vóru í lagi
Mynd: AP  
 
06.11.2015 - 08:11

Fyri meira enn 10 mánaðum síðani fóru fyrstu alarmklokkurnar at ringja í Bretlandi um trygdina í floghavnini í egyptiska býnum, Sharm el-Sheikh.

Sostatt vóru bretar longu á varðhaldi eitt ár undan hendingini leygardagin, tá eitt flogfar datt niður yvir Sinai hálvoynni, 224 fólk lótu lív.

Ábendingar um at bumba var umborð

Bretskar upplýsingar benda á, at ein bumba umborð á flogfarinum var orsøkin til vanlukkuna. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian, og myndugleikar hava váttað upplýsingarnar.

Talskvinna hjá bretska forsætisráðharranum, David Cameron, upplýsir, at í fjør vórðu trygdarserfrøðingar sendir til Sharm el-Sheikh at kanna trygdina í lufthavnini og á frítíðarstøðunum í økinum.

Hon sigur, at egyptar høvdu tikið til eftirtektar nakrar av átalunum frá bretsku serfrøðingunum, men hon vildi tó ikki siga nærri, hvørja átalur ella krøv talan var um.

Bretar vístu á trupulleika

Sambært starvsfólki í egyptisku floghavnini snúið bretsku átalurnar seg um vantandi trygd. Tað er framvegis óvist, hví russiska ferðafólkaflogfarið datt niður eftir at hava verið á flogi í góðar 20 minuttir.

- Trupulleikin var øll skipanin. Bretar vístu tá á, at fólk vórðu ikki kannað nóg væl, at vit skuldu havt gjørt meira. Trygdin kundi verið betri, um vit høvdu havt ein skannara aftrat uttanfyri og at vit høvdu dagført hinar, sigur keldan við The Guardian.

Fleiri lond, teirra millum Bretland, hava givið ábendingar um, at talan er um bumbuspreinging, sum viðhaldsfólk hjá hernaðarliga felagsskapinum, ISIL, skipaðu fyri.

Loyva flúgving aftur

Bretland loyvir nú aftur flogførum sínum at flúgva til Sharm el-Sheikh, eftir at trygdarfyriskipanirnar eru fingnar í rættlag aftur, upplýsir Downing Street nummar 10.

Stjórnin hevur, eftir samráð við loftferðslumyndugleikarnar, avgjørt, at loyva flúgving millum Sharm el-Sheikh og Bretland aftur. Nýggju trygdarreglurnar merkja, at ferðafólk bert mugu taka handviðføri við sær.

Annað viðføri verður flutt við øðrum flogfari, verður sagt. 20.000 bretsk ferðafólk bíða eftir at sleppa heim úr Sharm el-Sheikh, skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804