- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svarti kassin avdúkar at spreinging var umborð
Ein bumba er eftir øllum at døma orsøkin til, at russiska ferðafólkaflogfarið datt niður á Sinai-hálvoynni síðsta vikuskifti og 224 fólk lótu lív. Tað vísa fyrstu kanningarnar av svørtu kassunum, sum vóru umborð á flogfarinum, ið var ávegis frá Sharm el-Sheikh í Egyptalandi til Sankta Petersborg í Russlandi.
Sambært altjóða fjølmiðlum sum CNN, BBC og AFP, so siga álítandi keldur tætt við serfrøðingarnar, sum kanna svørtu kassarnar, at á upptøkunum hoyrist ein spreinging, ið IKKI er orsaka nakran tekniskan feil. Svørtu kassarnir vísa heldur onki tekin um mekansikar feilir, áðrenn flogfarið syndrar mitt í sínum flogi og dettur niður. Alt var sum tað átti fyrstu 24 minuttirnar, flogfarið var á flogi. Men so er eitt lítið blackout og eftir tað er tøgn í stýrhúsinum. Hetta hevur sannført serfrøðingarnar um, at spreingingin kann stava frá einari bumbu.
Bretskir fjølmiðlar vita nú at siga frá, at ein rakett varð skotin eftir einum bretskum ferðafólkaflogfar við 189 fólkum umborð nærhendis Sharm el-Sheik fyri tveimum mánaðum síðani. Flogskiparin fekk eyga á rakettina og fekk snara undan. Sambært enska blaðnum Daily Mail, so var rakettin einans 300 metrar frá flogfarinum.
Norska uttanríkistænastan mælir í dag norrmonnum frá at ferðast til Sinai-hálvoynna. Í gjár gav russiski forsetin, Valdimir Putin boð um at steðga allari flúgving millum Rusland og Egyptaland inntil orsøk til flogvanlukkuna er greið.
Flogfeløg í Danmark, Týsklandi, Hollandi og Onglandi hava longu steðgað allari flúgving til og frá økinum.