Kann ikki gerast forseti hóast hon vinnur valið

Kann ikki gerast forseti hóast hon vinnur valið
Andstøðuleiðarin í Myanmar, 70 ára gamla Aung San Suu Kyi, verður mett at hava góðar møguleikar at vinna forsetavalið í landinum í dag
Hóast hon vinnur valið, kann hon ikki gerast forseti, tí tveir synir hennara búgva uttanlands.
 
08.11.2015 - 11:33

Í dag er fyrstu ferð í 25 ár, at val er í Myanmar. Aung San Suu Kyi og flokkur hennara, National Leaugue of Democracy, kappast við USDP-flokkin, sum hermegin í landinum stuðlar. 

Aung San Suu Kyi, sum nógv ár var í húsavarðhaldi í landinum, greiddi sambært AP-tíðindastovuni atkvøðu nærhendis staðnum, har hon sat í varðhaldi. Sambært AP er hetta fyrstu ferð, at tann nú 70 ára gamli andstøðupolitikarin sleppur at velja.

Sjálvt um Aung San Suu Kyi og flokkur hennara vinna valið, kann hon ikki gerast forseti. Lóggávan í Myanmar sigur, at fólk við familju í útlandinum kunnu ikki leiða landið. Suu Kyi hevur tveir synir við bretskum passi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375