Flogin á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Flogin á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
Hálkan kom óvart á eina kvinnu í Sandoynni, ið koyrdi út av vegnum sunnanfyri Skopun fyrr í morgun. Sera hált var ymsa staðni í lýsingini
Ein kvinna í Sandoynni varð í morgun flogin við tyrlu á Landssjúkrahúsið, eftir at kvinnan koyrdi út av vegnum umleið ein kilometur sunnanfyri Skopun, í hálkuni í lýsingini
 
15.11.2015 - 11:36

Ein kvinna varð um níggju tíðina í morgun flutt á Landssjúkrahúsið eftir at hon koyrdi út av vegnum í Sandoynni, upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

Ferðsluóhappið hendi umleið ein kilometur sunnanfyri Skopun, tá kvinnan koyrdi út av vegnum í ringu hálkuni, sum var ymsa staðni í lýsingini í morgun.

Kvinnan, sum var í bilinum, hevði pínu í rygginum eftir ferðsluóhappið. Tí varð kvinnan flutt á Landssjúkrahúsið við tyrlu, verður upplýst á politistøðini.

Bilurin hjá kvinnuni var væl skøddur, men tað gjørdist sera hált ymsa staðni í lýsingini í morgun, verður upplýst á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558