Russiskur flogskipari funnin á lívi

Russiskur flogskipari funnin á lívi
Annar av teimum báðum flogskiparunum, umborð á russiska hernaðarflogfarinum, ið varð skotið niður í gjár, er nú funnin á lívi
Tann eini av flogskiparunum, ið vóru í russiska hernaðarflogfarinum, sum varð skotið niður týsdagin, er funnin á lívi, sambært fjølmiðlum. Russiski miðlar siga, sambært verjumálaráðharranum, at báðir flogskipararnir vórðu bjargaðir á lívi
Mynd: Skíggjamynd/Anadolu Agency á Twitter  
 
25.11.2015 - 11:17

Russiskir miðlar upplýsa, at russiski verjumálaráðharrin hevur sagt, at báðir flogskipararnir, sum vóru við niðurskotna flogfarinum, eru bjargaðir á lívi, og at teir eru á eini russiskari herstøð í Sýria.

Higartil hevur annars verið sagt, at flogskiparin var skotin av uppreistrardeildum, tá hann nærkaðist jørðini í fallskýggja, og at hann doyði.

Sýriskar stjórnardeildir skuldu hava funnið stýrimannin á lívi, og hann er fluttur til russisku herstøðina. Nú sigur russiski verjumálaráðharrin, at báðir menninir sum vóru við flogfarinum, eru á russisku herstøðini.

SÍ EISINI Sí upptøkuna: Russiskt flogfar skotið niður

Ein russiskur hermaður lá eftirá, tá hann saman við øðrum í eini tyrlu var og leitaði eftir teimum báðum sum vóru við flogfarinum, ið varð skotið niður.

Tað hevur økt munandi um spenningin í heiminum, at Turkaland í gjár skjeyt russiska hernaðarflogfarið niður yvir Sýria.

Vladimir Putin, forseti, hevur funnist hvassliga at Turkalandi, og hann hevur boðað frá, at Rusland einki hernaðarligt samstarv vil hava við Turkaland eftir hendingina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098