Ósemja fær oljuprísin at lækka

Ósemja fær oljuprísin at lækka
OPEC londini ikki kundu semjast um at minka søluna av olju. Oljuprísurin er lækkaður aftaná
 
08.12.2015 - 07:46

Í morgun var ein tunna av sonevndari amerikanskari lættolju seld fyri undir 40 dollarar fyri tunnuna, og oljan úr Norðsjónum fyri ein prís sum var 40,6 dollarar fyri tunnuna.

So lágur hevur prísurin ikki verið síðani í 2009. Hóast OPEC londini hava verið samd um, at tey ikki eiga at selja meir enn 30 milliónir tunnur um dagin, so selja tey 31, 5 milliónir tunnur um dagin

Tað er ikki tekin um at londini ætla at halda avtaluna, siga serfrøðingar. Samráðingarnar ímillum tey 12 londini í OPEC gingu ikki serliga væl

OPEC-londini hittast aftur í summar

Tað einasta, sum tey samdust um í veruleikanum, var, at tey skulu hittast aftur á fund í juni. Stóri spurningurin er Iran, sum nú aftur sleppur at selja meir olju.

Nú bíða londini eftir, hvussu nógva olju Iran verður ført fyri at selja, og tey rokna við at greiða verður fingin á tí spurninginum í juni.

Hóast londini í OPEC tyktust at vera samd um, ikki at selja meir enn 30 milliónir tunnur um dagin, so fór sølan upp í 31,5 milliónir tunnur í oktober. Nú er stóri spurningurin, um sølan av olju fer at hækka uppaftur meir, siga eygleiðarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722