Óvist hvørja lagnu semjan fær í USA

Óvist hvørja lagnu semjan fær í USA
Øll forsetavalevnini hjá republikanska flokkinum í USA siga seg fara at vraka uppskotið uppskotið um veðurlagsavtalu, ið varð gjørd um vikuskiftið
Hóast semja fekst um veðurlagsavtalu á fundinum í París, so er óvist hvørja lagnu semjan fær í USA. Øll forsetavalevnini hjá republikanska flokkinum siga seg fara at vraka uppskotið
 
15.12.2015 - 09:57

Hóast semja fekst um veðurlagsavtalu á fundinum í París, so er óvist hvørja lagnu semjan fær í USA, tí øll forsetavalevnini hjá republikanska flokkinum siga seg fara at vraka uppskotið.

Næsta ár er forsetaval í USA, og vinnur republikanski flokkurin valið, so nyttar ikki at demokratiski forsetin, Barack Obama, fegnast um semjuna í París.

Øll valevnini hjá republikanska flokkinum hava longu boðað frá, at tey fara at seta avtaluna úr gildi, um tey gerast forseti eftir Barack Obama.

SÍ EISINI Heimurin samtykt nýggja veðurlagsavtalu

Tað var annars ein søgulig avtala sum varð undirskrivað í Paris, tí 195 av heimsins londum skrivaðu undir uppá, at hitin á jørðini ikki skal hækka meir enn í mesta lagi tvey stig í hesi øldini, og helst ikki meir enn hálvtannað stig.

Bæði forsetavalevnini hjá demokratiska flokkinum, Hillary Clinton og Bernie Sanders, siga seg fara at arbeiða víðari við avtaluni í París, um tey verða vald.

Barack Obama, forseti, hevur ikki fyri neyðini at leggja veðurlagsavtaluna fyri kongressina, tí tað er ikki neyðugt. Har hava annars republikansku umboðini longu boðað frá, at tey fóru at fella veðurlagsavtaluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098