Senda nú pening til Sýria

Senda nú pening til Sýria
Reyði Krossur Føroya sendir nú 610.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Sýria. Talið á fólki í landinum, ið hava tørv á hjálp, er hækkað munandi
Av teimum 610.000 krónunum, Reyði Krossur Føroya hevur sent til bráðfeingis humanitera hjálpararbeiðið í Sýria, koma 600.000 krónur frá landsinnsavningini í heyst
 
15.12.2015 - 17:16

Peningurin fer til yvirskipaða humanitera neyðhjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi og Sýriska Arabiska Reyða Hálvmána. Talið av fólki í Sýria, ið hava átrokandi tørv á humaniterari hjálp, er hækkað munandi.

Umleið 13,5 milliónir fólk hava nú tørv á hjálp sambært nýggjastu tølunum frá Atjóða Reyða Krossi og ST. Av hesum eru eini 6,5 milliónir fólk flýdd innanhýsis í Sýria, har tey liva undir ógvuliga vánaligum korum.

Tað eru hesi fólkini, ið Reyði Krossur Føroya sendir hjálpina til. Yvirskipaða neyðhjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Sýria er millum annað at geva fólki mat, heilivág, reinførislutir, teppir, innivist, køkslutir til at kunna matgera og atgongd til reint vatn og læknahjálp.

Støðan nógv versnað seinastu fýra árini

- Áðrenn kríggið byrjaði, var Sýria eitt land við fáum fátøkum. Men fýra ár við borgarakríggi hevur oyðilagt stóran part av landinum, og tørvurin á humaniterari neyðhjálp er ómetaliga stórur.

- Hjálpin úr Føroyum er partur av einum hart tiltrongdum neyðhjálpararbeiði til teir komandi vetrarmánaðirnar at hjálpa fólki at yvirliva veturin og fáa eitt meira virðiligt lív, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.

Áðrenn borgarakríggið byrjaði fyri skjótt fimm árum síðani, búðu 22 milliónir fólk í Sýria. Nú fleiri eru flýdd bæði innanhýsis í landinum, til grannalondini og í ár eisini til fleiri lond í Evropa, búgva bert 16,5 milliónir fólk í landinum - og heili 13,5 milliónir fólk eru bundin at neyðhjálp.

Av teimum 610.000 krónunum, Reyði Krossur Føroya hevur sent til bráðfeingis humanitera hjálpararbeiðið í Sýria, koma 600.000 krónur frá landsinnsavningini í heyst, meðan 10.000 eru ein gáva frá eini føroyskari fyritøku, ið stuðlar hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098