Halda ferðamaður royndi at smugla rúsevni

Halda ferðamaður royndi at smugla rúsevni
Ein 46 ára gamal maður er í løtuni til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, skuldsettur fyri brot á rúsevnislógina. Hann varð tikin á flogvøllinum
Ein maður varð tikin á flogvøllinum í gjár. Tollvaldið heldur, maðurin royndi at smugla rúsevni við at hava svølgt ella stungið rúsevni uppí seg
 
16.12.2015 - 12:18

Maður er tikin á flogvøllinum í Vágum fyri at hava ætlanir um at smugla rúsevni til Føroyar. Narkohundurin hjá Tollvaldinum var á flogvøllinum ígjár, tá flogfarið úr Danmark kom.

Hundurin gjørdi tekin um, at okkurt var í viðførinum ella uppi á persóninum, sum kundi vera rúsevni. Men maðurin vildi ikki samstarva og lata løgregluna kanna seg.

Illgruni er um, at maðurin kann hava svølgt ella stundið rúsevni uppí seg. Tí er maðurin nú á politistøðini.

Løgreglan situr sonevnda "potta-vakt" og bíðar eftir, til maðurin hevur gjørt burturav sær. Grundlógaravhoyringin byrjaði klokkan 12.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542