Seta í verk samleikaeftirlit í tokum og bussum

Seta í verk samleikaeftirlit í tokum og bussum
Svenski ríksidagurin samtykti í dag, sum væntað, at seta í verk samleikaeftirlit í landinum. Lógin er galdandi í trý ár
Ríkisdagurin í Svøríki samtykti í dag at seta í verk samleikaeftirlit. Málið hjá svensku stjórini er at avmarka talið av fólkum, sum søkja um friðskjól
 
17.12.2015 - 15:56

75 atkvøddu fyri og 39 vóru í móti lógaruppskotinum. Málið hjá svensku stjórini er at avmarka talið av fólkum, sum søkja um friðskjól, skrivar SVT.

Í tí sambandi sigur Ríkisdagurin, at eftirlit við samleikaprógvum er ein máti at minka talið av umsøkjarum.

Tað kann merkja, at svenskt eftirlit verður á tokstøðini í Kastrup við flogvøllin frá fjórða januar komandi.

Úr tokinum at vísa samleikaprógv

Í veruleikanum merkir tað, at øll, sum ferðast við toki um Oyrasund, skulu út úr tokinum fyri at vísa pass ella annað samleikaprógv, og síðani fara tey umborð aftur á saman tokið.

Kent Ekeroth frá flokkinum Svøríki-Demokratarnir, skeyt upp, at sama eftirlit eigur eisini at verða galdandi fyri hýruvognar á markinum til Svøríkis.

- Vit skjóta til dømis upp, at ábyrgd verður løgd á tann, sum hevur ábyrgd av flutninginum, sum skal kanna pass og visum. Tað skal vera galdandi fyri buss, tok, ferjur og hýruvognar, segði Kent Ekeroth á talarastólinum í Ríkisdegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098