Banna bilkoyring í tveimum italskum býum

Banna bilkoyring í tveimum italskum býum
Myndugleikarnir í Italia banna nú privatfólki at koyra bil í Milano og Rom orsakað av luftdálking í teimum báðum stórbýunum
Privatfólk í Milano og Rom (á myndini) sleppa ikki at koyra bil frá 10-16 í dag og í morgin, orsakað av ógvusligari luftdálking
Mynd: Wikimedia  
 
28.12.2015 - 12:07

Ov lítið avfall er viðvirkandi til, at teir báðir størstu býirnir í Italia nú eru omanfyri loyvda hámarkið fyri luftdálking, og bilkoyring nú verður bannað.

Kommisserurin í Rom, Francesco Paplo Tronca, hevur tí bannað privatfólki at koyra bil í dag og í morgin millum klokkan 10 og 16 í høvuðsstaðnum, skrivar italska tíðindastovan, Ansa.

Milano fer eisini væntandi at seta í verk forboð frá í dag og til og við mikudagin. Og hesar dagarnar verður hinvegin bíligari at koyra við almennu samferðsluna, sigur kommisserurin.

El-bilar sleppa at koyra

Tað merkir, at ferðaseðlarnir eru galdandi allan dagin, heldur enn sum vanligt bara í hálvanannan tíma. Forboðið er tó ikki galdandi fyri hybridbilar ella bilar, sum halda Evro-6 krøvini og knallertir, sum halda Euro-2 krøvini, skrivar Ansa.

Rom hevur stríðst við at lækka luftdálkingina við fleiri tiltøkum. Eitt nú hava bilar, sum hava nummarplátu sum endar við ólíka endatali, ikki loyvi at koyra í eina viku, og næstu vikuna var forboðið galdandi fyri bilar sum enda við líka endatali.

Umframt koyriforboðið, hevur Roma eisini sett avmarkingar fyri upphiting av húsum og skrivstovum, sum ikki skulu fara uppum 18 hitastig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823