Eftirlønaraldurin í Grønlandi hækkar

Eftirlønaraldurin í Grønlandi hækkar
Í Grønlandi hækkar eftirlønaraldurin komandi árini. 1. januar 2017 úr 65 upp í 66 ár, og 1. januar 2021 hækkar upp í 67 ár
Eftirlønaraldurin í Grønlandi hækkar komandi árini, hevur grønlendska Landstingið samtykt. Tað er kortini ikki nóg mikið, heldur flokkurin, Demokratarnir
 
29.12.2015 - 11:04

Tað hevur grønlendska Landstingið samtykt. Men hóast pensjónsaldurin hækkar tvey ár næstu árini, er hetta ikki nóg mikið, heldur flokkurin, Demokratarnir.

- Vit kunnu síggja á framskrivingunum í fólkatalinum, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin enn meira, sigur virkandi forkvinnan fyri Demokratarnar, Randi Vestergaard Evaldsen, sambært Sermitsiaq.

Ynskja betri viðurskifti til tey gomlu

Flokkurin sigur, at talið á eldri borgarum økist í hvørjum. Hetta merkir, at útreiðslurnar til eldraøkið vaksa.

Samstundis ynskja fólk, at ábøtur skulu gerast á viðurskiftini hjá eldri borgarum. Og hetta kann bera gerast við at hækka pensjónsaldurin.

- Vit halda, at tað mest erliga hevði verið beinanvegin at samtykt eina aldurspensjónstrappu, so aldurin hækkar upp í 68 ár í 2024, til 69 ár í 2027 og upp í 70 ár í 2030, sigur Randi Vestergaard Evaldsen.

Demokratarnir standa einsamallir

Demokratarnir eru ein av teimum trimum samgonguflokkinum í Grønlandi. Hinir flokkarnir eru Siumut og Atassut.

Hjá Demokratunum ásanna tey, at flokkurin stendur rættiliga einsamallur um hesa áskoðanina, og at tey fyribils mugu góðtaka, at tey ikki kunnu savna meiriluta um at hækka pensjónsaldurin enn meira.

- Hetta hava vit fingið nógvar atfinningar fyri. Men vit halda fast um, at hetta er tað, sum allarhelst fer at henda. Alternativið er, at viðurskiftini hjá pensjónistunum fara at versna, sigur virkandi forkvinnan hjá Demokratunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098