ES hevur stórar avbjóðingar fyri framman

ES hevur stórar avbjóðingar fyri framman
Tað viðgongur hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, eftir at Holland hevur tikið við formanssessinum í samveldinum.
 
03.01.2016 - 13:26

2015 gjørdist eitt kreppuár fyri ES. Yvir ein millión flóttafólk komu til samveldið, í Paris vóru tvær yvirgangsatsóknir, Grikkaland fór mestsum á húsagang og viðurskiftini við Rusland versnaðu munandi.

Útlitini fyri árið í ár eru lítið mætari, sigur hollendksi forsætisráðharrin, Mark Rutte við norska kringvarpið.

Flóttafólkastreymurin fer uttan iva at halda fram, og atsóknir frá víðgongdum fólkum hótta alla tíðina, og smá útlit eru fyri linka á markinum eystureftir.

Holland hevur formansskapin í ES fyrra hálvár, og landið skal standa á odda fyri krevjandi samráðingum, bæði í samveldinum og uttanfyri samveldið, sigur Mark Rutte.

Landið hevur longu lagt upp til, at bæði løgmálaráðharrarnir og innanríkisráðharrarnirí ES skulu hava tvær ferðir so nógvar fundur fyrra hálvár, sum talan var um í fjør.

Fyrsta stóra málið verður at fáa gongd á aftur Schengen-samstarvið, sum var ivasamt ímóti ársenda, og ein felags semja skal finnast um marknaeftirlit og sjóverjuna.

Hiugartil hava skipaninar ikki eydnast serliga væl, og tað merkist serliga væl í Grikkalandi og í Italia, har flestu flóttafólkini koma.

Es er hótt av nógvu flóttafólkunum, og enn merkja fólk ikki so nógv til gonjgdina, sigur norski forsætisráðharrin, Erna Solberg við norska kringvarpið.

Tí mælir hon til at finna loysnir, og hon leggur aftrat, at Noreg, sum ikki er limur í ES, átekur sær størri ábyrgd enn fleiri av ES-londunum gera.

Forsetin í ES-tinginum, Martin Schulz, sigur seg stúra mest fyri, at víðgongdir flokkar fara at vinna fram sum avleiðing av støðuni, og tað gagnar ongum, sigur hann.

Hann leggur dent á, at somu flokkar vilja syndra ES-samveldið.

Ein onnur stór avbjóðing er bretska støðan til ES. Landið vil hava meir vald flutt aftur til Bretlands, og David Cameron, forsætisráðharri, hevur m.a. kravt, at fólk úr øðrum ES londum, ikki uttan víðari kunnu fáa vælferðartænastur í Bretlandi.

ES fer at hava fund um bretsku krøvini í februar, og eftir samráðingarnar verður fólkaatkvøða í Bretlandi, sum kann hava við sær, at Bretland fer úr ES.

Meiningakanningar í Bretlandi vísa, at tað stendur á jøvnum ímillum tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti limaskapinum í ES.

Tí hvílir ein stór ábyrgd á hollendska formansskapinum í ES, viðgongur, Mark Rutte, forsætisráðharri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736