- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg útflutt nógvan fisk
Aftur í fjør setti norski útflutningurin av fiski met. Hvussu stórur útflutningurin var, er ikki gjørt upp, men seinast í november høvdu norðmenn útflutt fiskavørur fyri meir enn 67 milliardir kr.
Í 2014 var eisini metútflutningur av fiski úr Noreg, og tá útflutti landið fyri 69 milliardir kr.
Prísurin á laksi var sera góður við árslok, og tí er vinnan ikki í iva um, at talan aftur verður um metár í fjør.
60 prosent av fiskaútflutninginum hjá Noreg er laksur.
Ein orsøk til at útflutningurin var so høgur, var, at norska krónan viknaði nógv í mun til bæði dollaran og evruna í fjør.
Tað eru Poland, Frakland og Danmark sum keypa mest av norsku fiskavørunum, og saman við Svøríki og Hollandi keypa tey fimm londini meir enn 40 prosent.
Ein trupulleiki í norsku alivinnuni er, at lúsin nú er ein so stór plága, at fiskurin má takast fyrr enn ætlanin hevur verið.
Hildið verður, at lúsin kostaði norsku alivinnuni einar 5 milliardir kr. í fjør, tað var tvær ferðir so nógv sum í 2014. Og av tí sama er eingin vøkstur í norsku alivinnuni.