Cameron loyvir ráðharrum at atkvøða »nei«

Cameron loyvir ráðharrum at atkvøða »nei«
Ráðharrar, ið halda at Bretland skal melda seg úr ES, verða ikki tveittir úr stjórnini, sambært bretska forsætisráðharranum, David Cameron
Tað fer at standa ráðharrum í Bretlandi frítt annaðhvørt at føra valstríð fyri ella ímóti í komandi fólkaatkvøðuni um nýggja avtalu við ES ella at kuta við felagsskapin, sambært David Cameron
 
06.01.2016 - 11:19

Tað fer at standa ráðharrum í Bretlandi frítt annaðhvørt at føra valstríð fyri ella ímóti í komandi fólkaatkvøðuni um nýggja avtalu við ES ella at kuta við felagsskapin.

Hetta hevur David Cameron, forsætisráðharri, gjørt greitt fyri stjórn síni, skrivar BBC.

Tó sigur hann, at stjórnin - tá nýggj avtala er fingin í lag við ES - fer at gera eitt tilmæli til bretska fólkið um, hvussu tey eiga at atkvøða.

SÍ EISINI Annarhvør breti vil sleppa úr Evropasamveldinum

Men tá tað er gjørt, so kann hvør einstakur ráðharri taka øðrvísi og persónliga støðu og samstundis framvegis verða partur av stjórnini.

Fólkaatkvøðan um, hvørt Bretland skal verða verandi í ES skal haldast áðrenn 2018. Nakrir ráðharrar í stjórnini fara væntandi at mæla til, at Bretland meldar seg úr ES.

BBC skrivar, at um Cameron hevði kravt felags støðu frá allari stjórnini, hevði hann verið noyddur at koyrt fleiri ráðharrar frá, sum hava aðra støðu til ES enn forsætisráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375