Mótmæltu í kjalarvørrinum á kynsligum álopum

Mótmæltu í kjalarvørrinum á kynsligum álopum
Hundraðtals fólk mótmæltu týskvøldið teimum mongu og ógvusligu álopunum, sum vórðu framd á kvinnur í Köln nýggjársaftan
Mótmæli vóru í Týsklandi týskvøldið í kjalarvørrinum á kynsligu álopunumm sum vórðu framd móti kvinnum í Köln á nýggjárinum
Mynd: AP  
 
06.01.2016 - 10:02

Hundraðtals fólk - fyri tað mesta kvinnur - mótmæltu í gjárkvøldið teimum mongu og ógvusligu kynsligu álopunum, sum bólkar av monnum framdu á kvinnur í Köln í Týsklandi nýggjársaftan.

Tað skrivar BBC. Summi mótmælisfólk bóru skelti, har Angela Merkel, samveldiskanslari verður kravd at gera nakað við støðuna.

Kvinnur bóru tildømis skelti, har skrivað var: "Frú Merkel, hvar ert tú? Hvat sigur tú? Hetta ger okkum bangnar." Á øðrum skelti stóð "Ímóti sexismu og ímóti rasismu."

Samveldiskanslarin fordømir álopini

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur alment sagt, at álopini vóru andstyggilig, og at alt má gerast fyri at finna tey seku.

Vitni og løgregla siga, at mongu menninir, sum framdu álopini á kvinnurnar vóru av arabiskum ella norðurafrikanskum uppruna.

Stóra vavi av álopunum, sum hesir fullu og harðligu ungu menninir framdu, hevur skelkað Týskland, og heitt alment kjak er nú í Týsklandi um tilflytarar og flóttafólk, sum í metstórum tali komu til landið í fjør.

Borgarstjórin mælir fólki til at sissa seg

Men Henriette Reker, borgarstjóri í Köln, mælir fólki staðiliga frá at leypa fram av og gera ov skjótar niðurstøður um álopsmenninar. Løgreglan hevur ikki handtikið nakran enn, skrivar BBC.

- Vit vita ikki, hvørjir álopsmenninir eru, men vit vita, at løgreglan, sum var á staðnum helt, at talan fyri tað mesta var um ungar menn millum 18 og 35 ár av arabiskum ella norðurafrikanskum uppruna, sigur Wolfgang Albers, sum er politiovasti í Köln.

Løgreglan í Köln hevur fingið í minsta lagi 90 fráboðanir um ágang og álop nýggjársaftan á høvuðsjarnbreytarstøðini hóskvøldið. Líknandi álop vóru eisini á kvinnur í Hamburg og Stuttgart, men ikki í so stórum vavi sum í Köln.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132