Kirkjuinnbrot framvegis ein gáta

Kirkjuinnbrot framvegis ein gáta
Løgreglan fær ikki gjørt meira við innbrotini, sum vóru í seks føroyskum kirkjum í 2015. Óvist er, hvussu nógvur peningur varð stolin
Innbrotini, sum vóru í seks føroyskar kirkjur í fjør, verða ikki uppklárað, staðfestir løgreglan. Fyrsta innbrotið var í Tjørnuvíkar kirkju miðskeiðis í august mánað
 
07.01.2016 - 18:22

Løgreglan fær ikki loyst málið um innbrotini í seks føroyskar kirkjur í fjør. Tí hevur løgreglan í dag boðað kirkjuráðunum frá, at greiða ikki fæst á málinum.

Eingin uppgerð er tøk, sum kann vátta, hvussu nógvir pengar vórðu tiknir, men mett verður, at talan var um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á krimnaldeildini, Hildur Hentze.

SÍ EISINI Løgreglan stendur á berum í kirkjuinnbrotum

Í fjørsummar varð staðfest, at innbrot hevði verið í kirkjuni í Tjørnuvík, at kirkjubúsan varð brotin upp, og pengarnir horvnir.

Tað gekk ikki long tíð fyrr enn fleiri kirkjur boðaðu frá innbroti, og at pengar vóru horvnir. Umframt Tjørnuvík var talan um kirkjuna við Norðskála, í Hvannasundi, Christianskirkjuna í Klaksvík, kirkjuna í Miðvági og kirkjuna í Sandavági.

Hava lagt nógva orku í kanningararbeiðið

Talan var um óvanlig innbrot, tí vanligt hevði verið, at kirkjurnar fingu frið. Løgreglan fór alt fyri eitt undir at kanna málið, og legði nógva orku í kanningina, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.

Tosað varð við fleiri fólk, sum søgdu seg hava hoyrt ymiskt, sjónbandaupptøkur vórðu kannaðar, bæði tær í undirsjóvartunlunum og á øðrum almennum støðum.

Løgreglan fekk nógvar upplýsingar frá fólki um, hvør ella hvørji tey kundu vera, sum høvdu brotið inn í kirkjurnar.

Vita ikki, hvussu nógvur peningur varð stolin

Eftir drúgt kanningararbeiði, er løgreglan kortini noydd at staðfesta, at hon ikki kemur á mál, og tí verður ikki meir orka løgd í kanningararbeiðið, sigur Hildur Hentze, leiðari á kriminaldeildini.

Hon hevur tí í dag kunnað kirkjuráðini um, at løgreglan ikki fær gjørt meir við málið, og at greiða ikki verður fingin á stuldrinum í kirkjunum, staðfestir Hildur Hentze.

Eingin uppgerð finst av, hvussu nógvar pengar talan er um, men eftir teimum upplýsingum sum løgreglan hevur fingið, er talan um nakrar túsund krónur, sigur leiðarin á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Mariu kirkjuni
201965
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (1:2)
201869
Hósdag 25. desember
Jól við Løkin 2025 (2:2)
201872
Hósdag 25. desember
Margreta
201861
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933