19 fólk deyð í kavaódn í USA

19 fólk deyð í kavaódn í USA
Kavaroksódn herjar á amerikonsku eysturstrondini, og fleiri fólk eru deyð
Hvítu Húsini eru hvítari enn vanligt
Mynd: AP  
 
24.01.2016 - 10:45

Minst 19 fólk eru deyð í kavaódnini, sum herjar á amerikonsku eysturstrondini. Flestu fólkini eru deyð í ferðsluvanlukkum, men í New York eru trý fólk deyð, meðan tey hava ruddað kava.

Hetta hevur fingið heilsumyndugleikarnar at ávara ímóti at ovtaka seg í kavanum. Ein tannáringur doyði, tá hann varð ákoyrdur av einum lastbili, meðan hann sat á eini sletu, sum ein bilur hálaði.

Kavaróksódnin hevur rakt 85 milliónir fólk á amerikonsku eysturstrondini. 11 statir eru lýstir í undantaksstøðu. Øll almenn ferðsla er steðgað. 200.000 heim hava ligið í streymloysi, og 8.000 flogferðir eru avlýstar.

Í fleiri býum er so nógvur kavi niðurkomin, at tað er um at vera met. Heitt verður á fólk um at halda seg innandura. Í New York hevur løgreglan hótt við at handtaka fólk, ið ikki akta forboðið fyri at koyra bil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375

Annað frá KVF