Fyrireika helst nýggja royndarspreinging

Fyrireika helst nýggja royndarspreinging
Bara ein mánað eftir, at Norðurkorea helst royndarsprongdi eina brintbumbu, fyrireikar landið seg til at skjóta eina rakett aftrat.
Helst er talan um aðru vetnisbumbu í fáar vikur
 
06.02.2016 - 17:42

Myndir, sum fylgisveinar hava tikið, vísa nógv virksemi við Sohae rakettstøðina í Norðurkorea. Hildið verður, at myndirnar vísa tangabilar lata brennievni í eina rakett. 

Sambært Reuters siga amerikanskar stjórnarkeldur, at rakettin kann verða klár at skjóta mánanáttina. 

Norðurkorea sigur, at rakettin skal skjóta ein fylgisvein til friðarlig endamál út í rúmdina. Norðurkoreanskir myndugleikar hava boðað ST frá, at rakettin verður skotin út millum 8. og 25. februar.

Amerikanar á varðhaldi

Men amerikanska kyrrahavshervaldið er ikki so sannført um, at rakettin hevur friðarlig endamál.

- Eingin skal ivast í, at okkara deildir eru til reiðar at verja USA og okkara sameindu, Suðurkorea og Japan, sigur ein talsmaður fyri amerikanska kyrrahavshervaldið.

Í gjár tosaði Barack Obama, forseti, við kinesiska starvsbróður sín, Xi Jinping, um málið. Sambært Hvítu húsunum eru báðir forsetarnir á einum máli um, at hetta er ágangandi og ávirkar tryggu støðuna í økinum.

Annars hava USA og Kina ikki drigið eina línu í spurninginum, hvussu farast skal fram í viðurskiftunum mótvegis Norðurkorea. Kinesisku leiðararnir siga, at neyðugt er við dialogi, men amerikanarar harafturímóti vilja hava strangari altjóða tiltøk set í verk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558