Mótstøðuførar bakteriur ein vaksandi trupulleiki

Mótstøðuførar bakteriur ein vaksandi trupulleiki
Tilburðirnir við mótstøðum bakterium á Landssjúkrahúsinum eru næstan tíggjufaldaðir síðan mai í 2015. Enn er ikki eydnast at fáa tamarhald á støðuni
Mótstøðuføra bakterian, VRE, hevur bitið seg fasta á Landssjúkrahúsinum. Síðan mai í fjør, tá fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir, er talið av tilburðum tíggjufaldað
 
09.02.2016 - 08:48

Tilburðirnir við mótstøðuføru bakteriuni, VRE, á Landssjúkrahúsinum veksur alsamt, og talið av nýggjum tilburðum økist eisini hvørja viku.

Tíggju mánaðir eftir at fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir, er talið komið upp á 105. Tað er 47 tilburðir aftrat síðan hálvan desember, tá 58 tilburðir vóru skrásettir.

Útbrotið, sum Landssjúkrahúsið hevði vónað at fingið tamarhald á, er nú ein varandi støða, sigur Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.

Allir sjúklingar verða kannaðir

Mótstøðuføra bakterian, VRE, hevur fingið innivist á Landssjúkrahúsinum. Alt verður gjørt fyri at fyribyrgja, so smittan ikki breiðir seg uppaftur meira.

Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur Landsjúkrahúsið kannað allar sjúklingar, ið koma og fara av sjúkrahúsinum, fyri VRE-bakteriuna.

Smittan er bara at finna inni á Landsjúkrahúsinum. Tískil skulu fólk einans kannast um tey koma úr Danmark, er niðurstøðan.

Reinførið alt at siga

Umleið helvtin av øllum tilburðum verður staðfest hjá sjúklingum, ið koma úr Danmark. Mótstøðuføra bakterian er bara vandamikil fyri fólk, ið frammanundan eru illa fyri.

- Tað er umráðandi at vaska sær væl um hendurnar, og annars fylgja mannagongdini á sjúkrahúsinum, sigur Naina Túgvustein.

Tað er sera umráðandi, at tey, ið hava sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum, hava reinførið í huga, sigur varastjórin á Landssjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672