Marknaeftirlitið longt triðju ferð

Marknaeftirlitið longt triðju ferð
Danska stjórnin stúrir fyri, at flóttafólkastreymurin um danska markið framvegis er ein hóttan. Fyribils eftirlitið er nú aftur longt
Eftirlitið við týska markið verður nú longt fyri triðju ferð, boðar danska stjórnin frá
 
23.02.2016 - 10:56

Stjórnin í Danmark hevur aftur avrátt at leingja marknaeftirlitið við týsklandsmarkið. Í hesum umfarinum er tað longt til 4. mars.

Hetta er triðju ferð, at fyribils marknaeftirlitið í Danmark er longt. Tá tað varð sett í verk 4. januar, var tað galdandi í 10 dagar.

SÍ EISINI Undrast á marknaeftirlit

Síðan tá er marknaeftirlitið longt tvær ferðir 20 dagar. Nú er eftirlitið longt 10 dagar aftrat.

- Marknaeftirlitið verður sett í verk fyri at tryggja lóg og landaskil, segði Inger Støjberg, ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Týsdag 16. juni
Morgunlestur týsdagur 16.juni 2026
209562
Mánadag 15. juni
Poppverturin 3
208457
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762