Selja trý frálandaskip

Selja trý frálandaskip
Thor Offshore roynir at selja trý gomul frálandsskip. Minni er at gera, og felagið hevur eisini fingið fleiri nýggj skip
Thor Offshore roynir at selja trý gomul frálandaskip, tí minni er at gera í frálandsvinnuni nú, og so hevur felagið fingið fýra nýggj skip seinasta árið
Mynd: WikimediaCommons  
 
25.02.2016 - 10:55

Felagið Thor Offshore roynir at selja trý gomul frálandaskip, tí minni er at gera í frálandsvinnuni nú, og so hevur felagið fingið fýra nýggj skip seinasta árið.

Hans Andrias Kelduberg, stjóri, sigur, at tey fýra nýggju skipini hava øll tíggju ára sáttmálar. Tey eru í Brasil, Angola og Myanmar.

Hans Andrias Kelduberg vil ikki siga, hvørji skip, roynt verður at selja, so leingi samráðingar eru um sølurnar. Thor Offshore eigur 13 frálandsskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723