BankNordik hevur framvegis áhuga í útlandinum

BankNordik hevur framvegis áhuga í útlandinum
Hóast uppsagnir og flutt fokus frá útlandinum til Føroyar, so hevur BankNordik ikki slept øllum ætlanum í útlandinum
 
27.02.2016 - 09:58

Bankin væntar og vónar at fáa millum 1500 og 2000 nýggjar familjur sum nýggj viðskiftafólk um árið. Tað sigur Árni Ellefsen, stjóri, við danska miðilin Finans Watch.

Bankin hevur hinvegin ongar ætlanir um at vaksa um talið av vinnukundum og heldur ongar ætlanir um at keypa fyritøkur. Sambært Árna Ellefsen er hetta í samsvari við nýggju ætlan bankans.

Stjórin sigur við Finans Watch, at fokus í útlandinum nú er á danska privatmarknaðin og tað, sum á bankamálið kallast private banking og á allan marknaðin í Føroyum og í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655