Arbeiða enn við at gera fólkaheilsustovn

Arbeiða enn við at gera fólkaheilsustovn
Ætlanin um Fólkaheilsustovnin er til enn. Nýggja samgongan arbeiðir við at skipa Fólkaheilsustovnin, sambært Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu
 
03.03.2016 - 09:40

Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í undanfarnu samgongu, gjørdi eitt lógaruppskot um Fólkaheilsustovn. Tað varð sent til hoyringar síðst í januar í fjør, men kom ikki í Løgtingið.

Karsten Hansen ætlaði, at lógin um Fólkaheilsustovn skuldi koma í staðin fyri lógina um Fólkaheilsuráð, sum er frá árinum 2000. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu og Fólkaheilsuráðið skuldu leggjast saman í Fólkaheilsustovnin.

SÍ EISINI Føroyar fáa kanska ein Fólkaheilsustovn

Virkisøkið hjá Fólkaheilsustovninum skuldi sambært lógaruppskotinum vera tríbýtt: fólkaheilsueygleiðing, gransking og fyribyrging.

Sirið Stenberg sigur, at ætlanin um Fólkaheilsustovnin er til enn. Hon sigur, at ætlanin er at hava ráðstevnu í heyst um fólkaheilsu, har ætlanin er at lata eina fólkaheilsuvirðisløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723