Læknatrotið í Danmark ikki so stórt hóast alt

Læknatrotið í Danmark ikki so stórt hóast alt
Akutta læknatrotið í Danmark fer næstan at loysa seg sjálvt næstu 20 árini, sambært eini forsøgn, donsku heilsumyndugleikarnir hava gjørt
Læknatrotið í Danmark loysir seg næstan sjálvt næstu 20 árini sambært forsøgn hjá heilsumyndugleikunum
 
15.03.2016 - 09:07

Sambært forsøgnini vera 6000 fleiri læknar í 2035 enn í dag. Orsøkirnar eru fleiri. Ein er, at tey læknalesandi eru skjótari liðug við útbúgvingina.

Pensjónsaldurin hjá læknum fer at hækka, og so er tað seinnu árini eydnast at fáa fleiri útlendskar læknar til Danmarkar enn fyrr, skrivar Berlingske.

Brennandi spurningurin, sum tó stendur ósvaraður enn, er um læknatrotið í Føroyum eisini verður ávirkað rætta vegin næstu 20 árini.

Tørvurin framvegis stórur í útjaðaranum

Tað eru tó longu nú ábendingar um, at vaksandi talið av læknum ikki fer at loysa akutta tørvin í útjaðaranum í Danmark. Í sjúkrahúshøpi hoyra Føroyar helst til tann bólkin.

Í Esbjerg, har 70.000 fólk búgva, er læknatørvurin akuttur, eins og hann er í Føroyum, og eingin loysn er at hóma.

Arne Nikolaisen, heilsustjóri í Esbjerg, sigur við Kristiliga Dagblaðið, at flestu læknarnir búseta seg, har teir hava fingið sína útbúgving. Neyðugt er at útbúgva læknar um alt landið, sigur Arne Nikolaisen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762