Minst 13 fólk latið lív í spreingingum

Minst 13 fólk latið lív í spreingingum
Í minsta lagi 13 fólk hava latið lív eftir eina røð av spreingingum í Brússel í morgun, sambært belgiskum fjølmiðlum
Tvær spreingingar hava í morgun verið í Zaventem-floghavnini í Brússel í Belgia. Óvist er, hvat orsøkin til spreingingarnar er
Mynd: The Telegraph á Twitter  
 
22.03.2016 - 08:27

Tvær bumbuspreingingar hava í morgun verið í Zaventem-floghavnini í belgiska høvuðsstaðnum. Ein onnur spreinging hevur eisini verið á undirgrundarjarnbreytini í Brússel.

Talið á deyðum er fyribils komið upp á 13 fólk, sambært belgiskum fjølmiðlum. Belgisku myndugleikarnir hava tó ikki váttað talið enn.

Spreingingarnar í floghavnini vóru klokkan átta lokala tíð, meðan spreingingin á undirgrundarjarnbreytini í Maelbeek hendi umleið ein tíma seinni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Í sjónbandinum oman fyri síggjast ferðafólk í Zaventem-floghavnini renna fyri lívinum eftir tær báðar spreingingarnar í floghavnini í morgun.

Spreingingarnar í morgun hendu samstundis sum belgiski høvuðsstaðurin er í hægstu tilbúgving eftir at ein av yvirgangsmonnunum í atsóknini í Paris í november varð tikin fríggjadagin.

Ferðafólk í floghavnini eru flutt burtur, samstundis sum stúrt verður fyri fleiri spreingingum. Øll tokferðsla til og úr Zaventem-floghavnini í Brússel er fyribils steðgað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762