Floghavnin framvegis stongd

Floghavnin framvegis stongd
Zaventem-floghavnin í Brússel letur heldur ikki uppaftur í dag sum ætlað, eftir yvirgangsatsóknina fyri einari viku síðani
Zaventem-floghavnin í Brússel er framvegis stongd eftir yvirgangsatsóknina týsdagin í síðstu viku
 
29.03.2016 - 15:17

Tøkningar, verkfrøðingar og serfrøðingar hava kannað skaðan í floghavnini og bygt eina fyribils farstøð at avgreiða ferðafólkini í.

Áðrenn bráðfeingis farstøðin kann takast í nýtslu, skulu fleiri royndir gerast. Millum annað um hon lýkur bruna- og trygdarreglur. Myndugleikarnir skulu eisini góðkenna bygningin.

800 starvsfólk í floghavnini gera royndir í dag, og ikki fyrr enn tær eru lidnar, verður støða tikin til, um floghavnin kann lata uppaftur.

Meðan Aventem-floghavnin hevur verið stongd, hava flogfør verið noydd at seta seg í Antwerpen, Liége, Dússeldorf, Frankfurt og Zúrich.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425