Flogrænari varðhaldsfongslaður

Flogrænari varðhaldsfongslaður
59 ára gamli maðurin, sum í gjár rændi eitt egyptiskt flogfar og helt bæði ferðafólk og manning gíslar, er varðhaldsfongslaður í Kýpros í átta dagar
Eitt av ferðafólkunum, sum varð hildið gísli týsdagin, flýggjar gjøgnum eitt vindeyga í stýrihúsinum á einum flogfari hjá EgyptAir týsdagin. Flogrænarin er nú varðhaldsfongslaður
Mynd: AP  
 
30.03.2016 - 14:53

Málið var fyri í býarrættinum í Larnaca. Flogrænarin noyddi flogskiparan at flúgva til Larnaca í Kýpros.

Flogfarið varð rænt, tá tað var á veg úr Alexandria til Kairo í Egyptalandi. 81 ferðafólk og manningin, sum taldi sjey fólk, vóru við flogfarinum.

Hevði bumbubelti á sær

Rættarfundurin var stuttur, og lítið nýtt kom fram, tá 59 ára gamli flogrænarin varð avhoyrdur. Hann hevði eitt bumbubelti uppi á sær, men tað var ikki ekta.

Sambært fronsku tíðindastovuni, AFP, kann maðurin vænta at verða dømdur fyri flográn, fyri at hava rænt fólk, fyrilitarleysa og hóttandi atferð, og fyri at hava brotið anti-yvirgangslógina.

Eingin fekk skaða undir flográninum. Eitt av ferðafólkunum fekk enntá eina mynd av flogrænaranum. Myndin ferðast nú á sosialu miðlunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454