Senda fyrstu flóttafólkini aftur

Senda fyrstu flóttafólkini aftur
Fyrstu flóttafólkini verða nú send aftur til Turkalands, sum nýggja avtalan millum ES og Turkaland ásetur
Sambært nýggjari avtalu millum ES og Turkaland verða ólógligir tilflytarar í Grikkalandi sendir aftur til Turkalands, fáa teir ikki friðskjól í Evropa. Fyrstu flóttafólkini verða send aftur í dag
 
04.04.2016 - 09:14

Fyrstu skipini fóru í morgun úr oynni Lesbos til turkiska býin Dikili, har tey fyrireikaðu seg til at taka ímóti 500 flóttafólkum.

Turkaland er sambært altjóða eygleiðarum als ikki til reiðar til at taka ímóti so nógvum flóttafólkum. Seinni í dag fer eitt skip aftrat við flóttafólki úr oynni Chios.

SÍ EISINI Bíða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands

Næstu dagarnar verða enn fleiri flóttafólk flutt aftur til Turkalands. Sambært nýggju avtaluni verða ólógligir tilflytarar í Grikkalandi eisini sendir aftur til Turkalands, fáa teir ikki friðskjól í Evropa.

Fyri hvørt fólk, ið verður sent aftur til Turkalands, skulu ES-londini taka ímóti einum sýriskum flóttafólki, sum hevur rætt til friðskjól.

Turkaland fær fígging og politiskar fyrimunir av avtaluni. Meginparturin av flóttafólkastreyminum til Evropa seinastu árini hevur verið úr Sýria, gjøgnum Turkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558