Meiningakanning: Eigur at leggja frá sær

Meiningakanning: Eigur at leggja frá sær
Forsætisráðharrin í Íslandi eigur at leggja frá sær, nú tað er komið fram, at hann hevur fjalt pening fyri skattamyndugleikunum, heldur fólkið
 
06.04.2016 - 08:06

Stórur meiriluti av íslendingum halda, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, eigur at leggja embætið sum forsætisráðharri frá sær. Tað vísir nýggj meiningarkanning, sum Gallup hevur gjørt.

Kanningin varð gjørd í gjár og fyrradagin, og spurt varð, um forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær ella halda fram í embætinum.

Niðurstøðan er, at 81 prosent av teimum spurdu svara, at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson skal leggja frá sær, og 19 prosent svara, at hann skal ikki leggja frá sær.

Fleiri kvinnur enn menn halda, at hann skal leggja frá sær, og fleiri høvuðsstaðarborgarar enn fólk á bygd. 699 vórðu spurd, og 91 prosent av teimum svaraðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327