Bernie Sanders livir í vónini

Bernie Sanders livir í vónini
Bernie Sanders hevur framvegis ikki mist vónina um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum í USA
 
10.04.2016 - 11:12

Sanders er í einum góðum stima í løtuni og hevur vunnið undanvalini í fleiri statum síðstu vikuna. Í gjárkvøldið varð greitt, at Bernie Sanders hevur vunnið undanvalið í statinum Wyoming.

Hóast Wyoming er ein lítil statur, sum gevur fáar valmenn, so meta eygleiðarar, at sigurin kann hava týdning fyri komandi undanval í statinum New York, sum verður 19. apríl. 

Hillary Clinton er framvegis klárt á odda í kappingini um at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum í USA. Hon hevur 1274 valmenn, meðan Bernie Sanders hevur 1025. Neyðugt er við 2383 valmonnum fyri at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum.

Hjá republikanarunum er milliarderurin Donald Trump á odda, framman fyri Ted Cruz.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454