Fimm minuttir er nóg mikið

Fimm minuttir er nóg mikið
Hevur tú ikki stundir til at røra teg ella íðka ítrótt fyri at bøta um heilsuna? Fimm minuttir tríggjar ferðir um vikuna er nóg mikið, vísir kanning
Tað munar væl fyri heilsuna, um fólk bara venja hart í fimm minuttir tríggjar ferðir um vikuna, er niðurstøðan í danskari kanning
 
11.04.2016 - 14:17

Hevur tú brúkt tað sum umbering, at tú ikki hevur tíð at íðka ítrótt ella røra teg fyri at bøta um heilsuna, so verður tú noyddur at finna eina aðra umbering.

Fimm minuttir tríggjar ferðir um vikuna er nóg mikið til at bøta um heilsuna hjá tær. Tað er niðurstøðan í nýggjari heilsukanning, sum er gjørd í Danmark, skrivar jp.dk

- Tølini vísa, at bara fimm minuttir við harðari venjing er nóg mikið til at bøta munandi um heilsuna, sigur Steen Larsen, lækni, ið er ein av teimum, sum gjørdi kanningarnar.

Lækni: Øll hava tíð

- Sjálvt hjá fólki, ið ikki eru so væl fyri kropsliga, kunnu fimm minuttir við harðari venjing tríggjar ferðir um vikuna muna væl, sigur Henrik Duer, ítróttarfysiologur.

Í kanningini brúktu fólk til samans 15 minuttir umframt hørðu venjingina. Tey hitaðu væl upp, og góvu sær eisini stundir tá tey vóru liðug við venjingina.

- Fólkini, sum vóru við í kanningini, vandu hart í fimm minuttir. Tað skuldu sjálvt fólk, ið hava nógv um at vera, havt tíð til, heldur Steen Larsen, lækni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688