Obama: Libya eitt stórt mistak

Obama: Libya eitt stórt mistak
Forsetin í USA viðgongur, at størsta mistakið í síni forsetatíð hevur verið vantandi fyrireikingar til eftirspælið av at koppa leiðaranum í Libya
Størsta mistakið í tíðini hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama, hevur verið vantandi fyrireikingar til eftirspælið av at koppa leiðaranum í Libya, Mohamar Gadhaffi, viðgongur Obama í samrøðu við sjónvarpsstøð
 
11.04.2016 - 15:14

Fox News spurdi forsetan um góð og minni góð úrslit, og Barack Obama svaraði tá, at hóast inntrivið í Libya "var rætt at gera", so var USA ikki fyrireikað til ófriðin, ið kom aftaná.

USA og sameind lond framdu loftálop, sum skuldu verja sivilfólk, tá uppreistur var móti Mohamar Gadhaffi í 2011.

Men at Gadhaffi varð dripin, elvdi til ruðuleiki í Libya, tá tvær hernaðarligar rørslur tóku ræðið og tvey parlament og tvær stjórnir vórðu stovnaðar, sum stríðast hvør móti øðrum.

Ein sameinandi stjórn, sum hevur stuðul frá ST, er komin til høvuðsstaðin Tripoli, men hon hevur einki vald enn, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852