Kanna fleiri feløg

Kanna fleiri feløg
Íslendska skattavaldið hevur illgruna um, at fólk, sum eiga 30 feløg í útlondum, hava framt skattaundandrátt
 
14.04.2016 - 08:55

Tað segði Bryndis Kristjansdóttir, stjóri fyri skattakanningarnevndini hjá íslendska ríkinum á fundi við búskapar- og handilsnevndina hjá Altinginum í gjár.

Fleiri onnur feløg verða kannað í løtuni. Málini um skattaundandrátt komu fram kavi í skjølum, sum íslendska skattavaldið hevur fingið til vega.

Skjølini fevna um 600 feløg uttanlands hjá 400 íslendingum, sum eru greinað út í smálutir. Nøkur skjøl vísa, hvussu skyldurnar hjá felagnum verða latnar eini nevnd, sum ikki er veruligi eigarin.

Fleiri feløg samband við Landsbankan

Bara í 100 førum er eigarin eisini skrásettur til at eiga partabrøvini í útlendskum felag. Í 170 førum var einki samband við veruliga eigaran.

Flestu feløgini, sum verða kannað, hava samband við íslendska Landsbankan, og eini 40 hava samband við NordeaBank.

Meginparturin av feløgunum eru í bretsku Jomfrúoyggjunum, og nøkur eru í Panama og Seyskelloyggjum, skrivar RÚV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454