Halda fram at leita

Halda fram at leita
Leitingin eftir einum manni, sum fór fyri borð av russiskum skipi sunnanfyri Føroyar í gjár, er í morgin tikin uppaftur
Leitingin eftir einum manni, sum russiska skipið, Lazurnyy, misti mánadagin, er í morgun tikin uppaftur. Brimil er nú eisini komin á leiðina at hjálpa til í leitingini
 
19.04.2016 - 10:21

Leitað verður framvegis eftir einum av manningini, sum russiska skipið, Lazurnyy, misti seinnapartin í gjár. Í dag leitar bara Brimil har suðuri móti føroyska markinum.

Tað var klokkan hálvgum seks seinnapartin ígjár, at Sjóbjargingarstøðin fekk boð frá Norðborg um, at russiska skipið hevði mist ein mann.

SÍ EISINI Russiskt skip misti mann

Lazurnyy var staddur suðuri móti føroyska markinum. Hóast tyrla og skip leitaðu so leingi, tað var ljóst, eydnaðist ikki at finna mannin.

Sjóbjargingarstøðin, MRCC, fekk samband við russiska skipið og fekk at vita haðani, at ein maður var horvin. Hann var ikki at finna umborð.

Ring líkindi í gjár

Norðborg, Ísleifur, Jupiter, Christian í Grótinum, Næraberg og Lazurnyy leitaðu. Tyrlan kom á staðið beint fyri klokkan sjey, og Norðborg samskipaði leitingina.

Líkindini at leita vóru vánalig, okkurt um 20 metrar um sekundið, og aldan var góðar sjey metrar høg, men sýnið var toluligt.

Leitað varð til ikki bar til at leita longur fyri myrkri. Men leitingin gav ikki úrslit, upplýsir MRCC. Nú leitar Brimil, og sambært MRCC er veðrið gott á leiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386