Her sært tú FM-finalurnar í hondbólti

Her sært tú FM-finalurnar í hondbólti
Kringvarpið stroymar í dag báðar FM-finalurnar í hondbólti beinleiðis á heimasíðuni
 
23.04.2016 - 09:28

Føroyameistarakappingini hjá kvinnum og monnum kann blíva avgjørd í dag, tá seinnu FM-finalurnar eru á skránni.

Kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli spæla í Høllini á Hálsi klokkan 15.00.

Finalan hjá monnunum millum H71 og VÍF er í høllini í Hoyvík klokkan 18.00.

Beinleiðis útvarp og beinleiðis stroyming

Tað ber til at bæði at síggja og hoyra dystirnar. Útvarpið hevur beinleiðis frásøgn frá báðum dystunum.

Tað ber eisini til at stroyma dystin við beinleiðis sjónvarpi. Trýst á hesa leinkjuna: http://kvf.fo/webservice/player/event-hd

Neistin og VÍF kunnu vinna FM í dag

Bæði kvinnurnar hjá Neistanum og menninir hjá VÍF vunnu sannførandi í fyrru finaluni.

Neistin vann 25-17 á Kyndli og VÍF vann 31-20 á H71.

Vinna Neistin og VÍF aftur í dag, so eru tey føroyameistarar. Vinna Kyndil og/ella H71 verður neyðugt við triðju og avgerandi finalu í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970