Frágreiðing er ræðandi lesnaður

Frágreiðing er ræðandi lesnaður
Grønlendskur landsstýrismaður heldur lítið um frágreiðing hjá donskum sendimanni um uttanríkispolitikkin hjá ríkisfelagsskapinum í framtíðini
 
03.05.2016 - 08:04

Hetta er ræðandi lesnaður.

Tað heldur grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Vittus Qujau-kit-soq, um frágreiðingina hjá Peter Taksøe-Jensen um uttanríkispolitikkin hjá ríkisfelagsskapinum í framtíðini, ella til 2030.

Landsstýrismaðurin heldur tað vera ræðandi, um nýggi uttanríkispolitikkurin bara skal byggja á donsk virði og donsk áhugamál, tí danski uttanríkispolitikkurin er eisini galdandi fyri Grønland og Føroyar.

Byggir á donsk virðir

Sambært KNR, grønlendska kringvarpinum, fýlist landsstýrismaðurin í uttanríkismálum á, at Peter Taksøe-Jensen hugsar hvørki um Grønland ella Føroyar, tá hann nevnir tjóðskaparligu áhugamálini, sum sambært honum eiga at gerast grundarlagið undir uttanríkispolitikkinum hjá ríkisfelagsskapinum.

Vittus Qujau-kit-soq væntar ikki, at landsstýrið í Grønlandi fer at taka undir tilmælunum hjá Peter Taksøe-Jensen. Heldur ikki Aleqa Hammond, fólkatingskvinna og fyrrverandi landsstýrisforkvinna, er fegin um frágreiðingina.

Hon dugir heldur ikki, sambært KNR, at síggja grønlendsku áhugamálini í tilmælunum um uttanríkis-, verju-, og trygdarpolitikkin hjá ríkisfelagsskapinum. Tilmælini byggja bara á donsk virði.

Grønlendsku áhugamálini ikki tikin við

Viðvíkjandi politikkinum í Arktis tykist ikki sum at grønlendsku áhugamálini eru tikin við, sigur Aleqa Hammond. Føroyar eru ofta nevndar í frágreiðingini hjá Peter Taksøe-Jensen, men føroysk uttanríkispolitisk seráhugamál eru ikki nevnd.

Peter Taksøe-Jensen er danskur sendimaður í Washington. Sambært honum gera Grønland og Føroyar, at danska ríkið í stødd er tað 12. størsta í heiminum og hernaðarliga triðja størsta limalandið í Nato.

Uttan ríkisfelagsskapin er Danmark bara eitt lítið land í Evropa. Frágreiðingin hjá Peter Taksøe-Jensen varð almannakunngjørd í gjár. Frágreiðingin, sum er 128 síður, kann lesast á heimasíðuni hjá danska uttanríkismálaráðnum, um.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454